- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Rúsevnissmuglingin til Føroya er ikki nýtt fyribrigdi, men okkurt bendir á, at meira verður smuglað nú, og nøgdirnar eru eisini størri.
Rúsevnisnøgdir, sum hava milliónavirði á gøtuni.
Leiðarin á Kanningardeildini hjá politinum sigur, at rúsevnismarknaðurin í Føroyum í summum førum hevur beinleiðis samband við danska banda-umhvørvið, tí tað gevur so góðan vinning at selja rúsevni víðari. Hjá Taks, sum er myndugleikin, ið tekur sær av marknaeftirlitinum í Føroyum, fyllir eftirlitið við innflutninginum av ólógligum rúsevnum nógv. Men eftirlitið hjá Taks megnar ikki at fylgja við økta innflutninginum til Føroya.
Avoldaðar KT-skipanir mugu nútímansgerast, og útgerð má eisini fáast til vega, sum styrkir eftirlitsarbeiðið. Hetta eru nakrar av niðurstøðunum hjá stjóranum í Taks og deildarstjóranum á tolldeildini.
Rúsevni, rúsevnissmugling og marknaeftirlit er á breddan í dag, og í sendingini er eisini kjak millum limir í fíggjarnevndini og rættarnevndini í løgtinginum um raðfestingar, og hvat tey halda skal gerast á hesum øki.
"O, móðurlandið"
Dokumentarurin í "O, móðurlandið" sum Kringvarpið hevur sent í vár, hevur fingið ilt í nógvar hyggjarar.
Alt ov nógv merkt av loysingarfólki og 'heldur ikki journalistiskar meginreglur', hava verið nakrar av atfinningunum.
Í sendingini verður tosað við fólk, sum hava funnist at, og tey, sum hava ábyrgd av sendirøðini.
Gestir: Heri Andreassen, Birta Biskostø, Eyðun Mørkøre, Eyðgunn Samuelsen, Hanna Jensen, Eirikur í Jákupsstovu, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Suni Merkistein, Helgi Abrahamsen, Øssur Winthereig og Barbara Samuelsen
Gjørt sendingina hava: Jógvan Skeel Nolsøe, Kári Mikkelsen og Frants Jensen, sum eisini er redaktørur.
Teknikari er Kári Annand Berg.