- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Stytta arbeiðsvikan fer at kosta fleiri hundrað milliónir krónur um árið, sigur Vinnuhúsið.
Fakfelagssamstarvið hevur aðra meting. Tað fer at kosta umleið 100 milliónir krónur, vísir kanning, sum fakfelagssamstarvið læt gera.
Men hvat vendir upp, og hvat vendir niður, nú Búskaparráðið staðililiga mælir frá ætlanini hjá landsstýrinum at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar?
Evnið verður viðgjørt í Breddanum hesuferð.
Tosað verður við ein av teimum, sum gjørdi kanningina fyri fakfelagssamstarvið, og síðani verður kjak í útvarpsstovuni millum Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum, og Súna Selfoss, formann í Starvsfelagnum.
Gestir: Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Súna Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.
Gjørt sendingina: Tróndur Olsen, Ruth Winther Poulsen og Marjun Dalsgaard, sum er redaktørur.
Tøkningur: Øssur Egholm.