Breddin: Ukrainski sendiharrin og vandamiklar nikotinvørur
08-09-2023
Hvat kann gerast fyri at fáa ukrainsku flóttafólkini heimaftur, og hvørji útlit eru fyri einari friðartilgongd? Hetta spyrja vit í sendingini.
Ukrainski sendiharrin í Danmark Vidionyk Mikheilo er gestur í Breddanum.
Hann verður spurdur, hvat Ukraina kann gera fyri at fáa mongu flóttafólkini heimaftur, og hvussu sær ein møgulig friðartilgongd út, nú hálvt annað ár er liðið, síðani Russland leyp á Ukraina.
Vandamiklar nikotinvørur
Fleiri ung eru farin at snúsa, og tað hevur vanda fyri krabba í vælindinum og brisinum við sær.
Vit tosa við stjóran í Fólkaheilsustýrinum um trupulleikan við snúsi.
Gestir: Bjarni á Steig, Mykhailo Vydoinyk.
Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen, Tróndur Olsen og Marjun Dalsgaard, sum er redaktørur.