- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Enn er kunngerðin, sum ásetur hvussu fiskidagar verða fluttir frá einum skipi til eitt annað, í bólki 2 ikki broytt hóast hon er í stríð við endamálið við lógini um sjófeingi, sum sigur at veiðiorkan ikki má økjast. Møguleiki er fyri at minst 6 skip aftrat koma inn í fiskidagaskipanina - størri og effektivari. Og í Svøríki byrjaði stórsta rættarmálið í landinum í síðstu viku. Tveir fyrrverandi stjórar í felagnum Lundin Oil eru ákærdir fyri krígsbrotsverk í Sudan. Men hvussu hongur hetta málið saman? Karl Mogren, frá svensku rásini TV4 greiðir frá um sermerkta málið.
Lagt til rættis: Marjun Dalsgaard, Kári Mikkelsen og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.