- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Tað skulu vera færri næmingar í hvørjum skúlaflokki. Tað ætlar landsstýrismaðurin í skúlamálum, sum fyrr í ár, fekk handað eitt álit um fólkaskúlan.
Men hvat byggir hetta álitið á?
Hvørjir eru fyrimunirnir og vansarnir við at minka um talið av næmingum í hvørjum flokki?
Og letur hetta seg gera við teimum skúlakørmum sum eru í dag?
Í Breddanum vitja Jákup Eli Olsen, formaður í lærarafelagnum og Jenny Lydersen forkvinna fyri arbeiðsbólkin sum hevur gjørt álitið um fólkaskúlan.
Skúlastjórarnir Høgni Joensen, Skúlin við Løgmannabreyt, Vagn Foldbo, Skúlin á Skúlatrøð og Dania Niclasen skúlastjóri fyri Sørvágs skúla.
Eisini tosaðu vit við Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn og landsstýrismann í útbúgvingarmálum, Djóna Nólsøe Joensen.