Sjúkrahúsverkið er ov tungt og bureaukratiskt, sigur stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Og sjálvmorðsdronan var ætla at raka okkum, sigur svenskur journalistur í Ukraina
Sjúkrahúsverkið er ov tungt og bureaukratiskt.
Tað sigur Hans Pauli Henryson, sum í næstu viku leggur frá sær um stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi eftir fýra ár í sessinum.
Harvið er hann tann fyrsti av trimum stjórum, sum blivu settir í starv undir nýggja leiðslubygnaðinum, sum fer úr starvi.
Vit hava hitt stjóran til eina longri samrøðu, nú hann riggar av.
Vit vóru málið
Johan Frederiksson saman við myndamanninum Daniel Zdolsek vóru júst farnir úr bilinum í Zaporizhzhia, í sunnarapartinum av Ukraina, skamt frá hermótunum, har tað leikar harðast á.
Teir skuldu filma til eina reportagu tá ein russisk drona við eitt brast niður í bilin hjá teimum.
Bilurin kolaðist upp og nakrir av politifylgjarunum vóru særdir.
Brádliga var krígsreportarin raktur av russisku álopunum á sama hátt, sum túsundtals ukrainar, sum vera riknir frá húsi og heimi.
Tróndur Olsen hevur fingið orð á Johan Frederiksson.
Gestir vóru Hans Pauli Henryson og Johan Frederiksson.
Gjørt sendingina hava Tróndur Olsen, Ruth Winther Poulsen, Durita Fagradal Augustinussen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.