- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
So var hon loksins her: lógin um gongd í haga - ella burðadygga ferðavinnu. Summi fegnast, onnur eru vónbrotin. Fleiri landsstýrismenn hava roynt at fáa semju um eldfima málið, men tað gjørdist Høgni Hoydal, sum megnaði at fáa eina breiða politiska semju umlógaruppskotið um nýggja ferðavinnulóg. 24 atkvøður vóru fyri, tá lógin var endaliga samtykt. Men hvat er tað, sum var samtykt í tinginum týsdagin? Ikki færri enn 26 broytingar skuldu til, áðrenn tað eydnaðist at finna breiða politiska semju tvørtur um miðjuna. Nýggja ferðavinnulógin verður sett í gildi í fleiri stigum. Ferðagjaldið kemur í gildi 1.januar í 2026. Í Breddanum spyrja vit, hvar málið endaði, og hvat hagafólk, ferðavinnufólk og bøndur halda um úrslitið. Landsstýrismaðurin í vinnumálum verður eisini í sendingini. Luttakarar: Bjørn Kalsø, Guðrið Højgaard, Magnus Gaard og Høgni Hoydal. Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Marjun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur. Tøkningur: Kári Annand Berg.