- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Elians Sonur er poddvarpsrøð, sum hevur ligið á heimasíðuni hjá kringvarpinum í nakrar vikur.
Í síðstu viku var Elians Sonur sent sum útvarp, og tá kyknaði kjak um sendingina sum er hugleiðingar hjá einum sørvingi, um vanliga arbeiðir sum bilmekanikari.
Sambært Kim Simonsen, rithøvunda og phd eru tankarnir og argumentatiónin hjá sørvinginum meinlíkir vanlig ástøði um samansvørjingar, har staturin og miðlarnir verða sæddir sum eitt ósjónligt vald við einum vilja til at dylja sanleikan fyri borgaranum.
Er tað rætt, at tað eru ávís sjónarmið, sum ikki rúmast í kringvarpinum? Eru onnur krøv til kringvarpið enn aðrar miðlar í so máta? Og ber til at leggja øll journalistisk amboð og ábyrgd fyri innihaldinum frá sær, tá talan er um poddvarp og ikki vanligt útvarp?
Millum annað tað spyrja vit journalistarnar Øssur Winthereig og Finn Koba um.