- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Flokstingið hjá amerikonsku demokratunum er í hesum døgum, og Kamala Harris verður nú formliga vald sum forsetavalevni. Men hvønn politikk hava amerikananarnir - og vit - í væntu, um hon verður vald um 5. november?
Vit tosa við Lotte Mejlhede, tíðindakvinnu, sum er stødd á flokstinginum hjá Demokratunum í Chicago, umframt at Regin Berg, stjórnmálafrøðingur og Hallur av Rana, tíðindamaður og redakøtur í KVF, eru gestir í útvarpsstovuni.
Seinastu vikurnar hevur kríggi í Ukraina tikið eina vend. Nú eru tað ukrainskar herdeildir inni í Russlandi. Men hvussu er støðan har og hvat er støðan í ukraina í dag?
Vit tosa við Claus Borg Reinholdt, tíðindamaðnn hjá TV2, sum seinastu dagarnar hevur verið nær hermótinum í eysturukraina.
Lagt til rættis: Krista Johnsdóttir Kreutzmann og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.