- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Semingsstovnurin hevur givið skarvin yvir í semingsroyndini millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið um maskinmeistararnar hjá SEV og IRF.
Men enn er ógreitt, um verkfall ella verkfall verður lýst.
Arbeiðstíðarreglur tykjast at vera høvuðsraðfestingin hjá Maskinmeistarafelagnum, men hvat snúgva hesar reglur seg um, og hví hava tær so stóran týdning hjá maskinmeistarunum?
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, og Anita Fuglø, leiðari í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, vóru í útvarpsstovuni.
Røringur er komin í politisku skipanina, eftir at Búskaparráðið fyrr í vikuni legði heystfrágreiðingina fram.
Árni Gregersen og Beinta Løwe, politiskir eygleiðarar, komu í útvarpsstovuna at viðgera politisku støðuna.
Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur
Tøkningur: Kári Annand Berg