- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Fyri seks árum síðani var 15 ára gamli Andrew Rasmussen umsorganaryvirtikin.
Sum tað liggur í orðingini, yvirtaka myndugleikarnar umsorganina fyri barninum, tá tað verður sett heiman, og fáa sostatt ábyrgdina av dreinginum, sum tá var níggju ára gamal.
Nú hevur Almannaverkið uppsagt dreingin. Samstarvið er endað, og kommunan noyðist at finna honum pláss uttanlands.
Men hvør hevur evstu ábyrgd av einum barni í einari skipan?
Og nær kunnu vit sum land avgera, at vit ikki hava pláss fyri einum barni, men í staðin flyta tað til Danmarkar?
Tað spyrja vit í Breddanum.
Samrøða er við Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum, og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, sum var í útvarpsstovuni.
Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen og Marjun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur
Tøkningur: Kári Annand Berg