- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Meira enn eitt ár er nú fráliðið síðani ógvusliga álopið á Ísrael, har Hamas drap út móti 1.200 fólk og tók 250 við til Gasa, sum gíðslar.
Sum kunnugt svaraði Ísrael aftur, og síðani er stríðið bara harðnað og hevur breitt seg til fleiri lond í Miðeystri.
Minst 3.000 ísraelar eru deyðir - 1.200 sivil og upp móti 800 hermenn, og enn eru 115 ikki komin afturíaftur, eftir at tey vóru tikin inn í Gasa tann 7. oktober í fjør.
Á hinari síðuni verður talið hildið at vera farið uppum tey 40.000 - tveir triðjingar eru kvinnur og børn.
Ber til at steðga stríðnum sum tykist breiða seg og mennast í hvørjum? Hvat verða langtíðar avleiðingarnar av tí stríðnum, sum hevur varðað í yir eitt ár nú? Og hvat eru útlitini fyri at knúturin í Miðeystri loysnar og ein langtíðarloysn fæst?
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og Hanus Kamban, rithøvundur umrøða millum annað hesi viðurskifti í Breddanum.