Breddin

Breddin
15-10-2019
Føroyskt par skal gjalda fyri at eiga í Føroyum, fyrrverandi Katalanska stjórnin er fongslað og fiskivinnukjak er á breddanum

Breddin hesaferð tosar við Niels Rødgaard, sum er komin heim til mammu sína, sum liggur til tað síðsta. Hann er lesandi, men tað er unnustan ikki, og unnustan hevur átt ein son á Landssjúkrahúsinum meðan tey eru heima. Rósa Heinesen er júst liðug við sín lesna, men fær parið eina rokning uppá minst 26.000 krónur frá landssjúkrahúsinum.

Eisini tosa vit við Katalanska uttanríkisráðharran, Alfred Bosch, nú undangongumaður hansara saman við 11 øðrum Katalanskum politikarum er fonglsaður av sponsku stjórnini.

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi og forkvinna í Vinnunevndini, Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin og næstformaður í Vinnunevndini, Aksel V Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin og fyrrverandi løgmaður og Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin kjakast um fiskivinnuuppskotið hjá Jacob Vestergaard og um útlit eru fyri einari breiðari semju.

 

Uni Leitistein Hansen, Tróndur Olsen og Marjun Dalsgaard gjørdu sendingina.

Marjun Dalsgaard er redaktørur

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024