Breddin

Breddin
16-10-2019
Á Breddanum í dag eru borgarstjórar, ið vilja taka ábyrgd av at minka útlátið, bústaðartørvurin og viðgerðartrygd

Kommunurnar mugu taka ábyrgd, tá tað kemur til at minka útlátið, tí tað er ov lítið ítøkiligt, sum kemur frá landinum. Tað halda borgarstjórarnir Annika Olsen, Jógvan Skorheim og Tórbjørn Jacobsen. Eitt nú kann nógv vinnast við at skifta gøtuljósini út, bjálva bygningar hjá kommuni og seta hitapumpur upp.

Luttakarar Annika Olsen, Tórbjørn Jacobsen, Jógvan Skorheim. Vertur John Johannessen

Undanfarna samgonga ætlaði at framskunda 200 bústaðareindir. Til hetta skuldi Bústaðir sleppa at læna 250 milliónir krónur. Men tað verður helst av ongum nú, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum. 

Luttakarar Andras Róin, stjóri í Bústøðum, Elin Hentze, talsfólk fyri áhugafelagið Búgva, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum. Vertur Marjun Dalsgaard

Viðgerðartrygdin hjá landsstýrinum er at fegnast um, men tað fer at kosta nógvar pengar. Tað sigur Pál Weihe, formaður í læknafelagnum. Játtanin til heilsuverkið má hækka minst 300 milliónir beinanvegin, og tá er ikki vist, at tað ber til at hava viðgerðartrygd fyri øll.

Luttakarar: Pál Weihe, formaður í læknafelagnum, og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Vertur Uni Leitistein Hansen

Redaktørur Marjun Dalsgaard.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024