Brunsj

Brunsj við Martin Kúrberg
13-09-2020
Sent varð beinleiðis úr stovuni, í spildurnýggju húsunum í Skálavík, sum Martin Kúrberg og familjan fluttu inn í fyri trimum mánaðum síðani.

Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Martin í høvuðsheitum frá teimum góðu minnunum í barna og ungdómsárunum í Havn, men nortið verður eisini við tær minni góðu løturnar.

Martin Kúrberg hevur roynt eitt sindur av hvørjum, verið fótbóltsvenjari, lastbilførari, leiðari av camping øki, grindaformaður og seinastu árini hevur hann arbeitt fyri at hjálpa teimum, sum eru komin illa fyri av rúsevnum og alkoholmisnýtlu í samfelagnum. Hann er leiðari á Herberginum hjá Frelsunarherinum og stovnari av viðgerðarheiminum Frælsi, sum er fyri ungar rúsevnismisnýtarar.

Eyðfinn Jensen var og vitjaði Martin Kúrberg í Skálavík.

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hja Dianu og Jóan Petur á Frúutrøð í Havn
11-02-2023
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Jóhann og Sólju í Ólavsstovu í søguligu húsunum í Soylugørðum í Kaldbak, ið vórðu bygd síðst í 1700 árunum.
28-01-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Heidi á Tinghúsvegnum í Havn
14-01-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Áslu og Sámal Petur Danielsen í Bókbindaragøtu í Havn
07-01-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Nicolaj og Aðalbjørg á Pálsgøtu í Nólsoy
18-12-2022
Sent varð beinleiðis av Trøðni í Miðvági, har Jens Eli Ellefsen búleikast saman við konu sínu Emmy og teirra mongu húsdjórum.
10-12-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Benny á Jøkulstræti í Havn
03-12-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Jóhan á Mattalág í Havn
26-11-2022
Sent varð beinleiðis av loftinum heima hjá Urd og Bernhardi á Høvdagøtu á Argjum
19-11-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Magnus og Lisbeth í Doktara Dahlsgøtu í Havn
12-11-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni í íbúðini hjá Mariu á Kastelsvej á Eysturbrúgv í Keypmannahavn.
05-11-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni hjá Óla og Onnu heima í Gerðinum á Velbastað
29-10-2022