Brunsj

Ólavur Højgaard er gestur í Brunsj
25-10-2020
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Ólavi og Tórun á Argjum.

Umframt at velja góðan og blandaðan tónleik, greiður Ólavur millum annað frá barna og ungdomsárunum í Vestmanna.

Hann byrjaði at syngja við bólkinum "Western" sum 15 ára gamal, og hevur sungið við fleiri ymiskum bólkum líka síðani. Kendast av teimum er uttan iva "Vestmenn", sum gav fyrstu plátuna út í 1983 og enn er virkin á palli.

Ólavur er útbúgvin lærari innan talu og hoyrulæru, og undirvísti í ein mansaldur á Skúlanum á Trøðni. Tá hann fór frá vegna aldur, stovnaði hann sína egnu fyritøku, Tala og hoyrn, sum hjálpir fólki við talu og hoyritupulleikum av ymiskum slag.

Ólavur er giftur við Tórun, og eigur trý børn, seks abbabørn og eitt langabbabarn.

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hja Dianu og Jóan Petur á Frúutrøð í Havn
11-02-2023
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Jóhann og Sólju í Ólavsstovu í søguligu húsunum í Soylugørðum í Kaldbak, ið vórðu bygd síðst í 1700 árunum.
28-01-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Heidi á Tinghúsvegnum í Havn
14-01-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Áslu og Sámal Petur Danielsen í Bókbindaragøtu í Havn
07-01-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Nicolaj og Aðalbjørg á Pálsgøtu í Nólsoy
18-12-2022
Sent varð beinleiðis av Trøðni í Miðvági, har Jens Eli Ellefsen búleikast saman við konu sínu Emmy og teirra mongu húsdjórum.
10-12-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Benny á Jøkulstræti í Havn
03-12-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Jóhan á Mattalág í Havn
26-11-2022
Sent varð beinleiðis av loftinum heima hjá Urd og Bernhardi á Høvdagøtu á Argjum
19-11-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Magnus og Lisbeth í Doktara Dahlsgøtu í Havn
12-11-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni í íbúðini hjá Mariu á Kastelsvej á Eysturbrúgv í Keypmannahavn.
05-11-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni hjá Óla og Onnu heima í Gerðinum á Velbastað
29-10-2022