Brunsj

Jógvan Páll Lassen er gestur í Brunsj
04-12-2021
Sent varð beinleiðis av Skotarók í Havn, har Jógvan Páll og konan Tórunn hava búð síðan 1992.

Jógvan Páll Marius Lassen er føddur í 1950 í Klaksvík, har hann eisini er uppvaksin. Familjan var trúgvandi og gekk á møti, og Jógvan Páll hevði ein tryggan og sorgleysan barndóm.

Sum sekstan ára gamal fór Jógvan Páll á kostskúla í Haslev, og tá opnaðist ein nýggjur heimur fyri honum. 

Aftaná loknan studentaskúla í Haslev fór hann at lesa jura á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn.

Jógvan Páll flutti heim aftur til Føroyar í 1976, tá hann fekk starv hjá Advokatfelagnum. Hann fór frá í 2019, og hevur síðan tá virka sum sjálvstøðugur verjuadvokatur í revsimálum.

Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hja Dianu og Jóan Petur á Frúutrøð í Havn
11-02-2023
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Jóhann og Sólju í Ólavsstovu í søguligu húsunum í Soylugørðum í Kaldbak, ið vórðu bygd síðst í 1700 árunum.
28-01-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Heidi á Tinghúsvegnum í Havn
14-01-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Áslu og Sámal Petur Danielsen í Bókbindaragøtu í Havn
07-01-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Nicolaj og Aðalbjørg á Pálsgøtu í Nólsoy
18-12-2022
Sent varð beinleiðis av Trøðni í Miðvági, har Jens Eli Ellefsen búleikast saman við konu sínu Emmy og teirra mongu húsdjórum.
10-12-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Benny á Jøkulstræti í Havn
03-12-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Jóhan á Mattalág í Havn
26-11-2022
Sent varð beinleiðis av loftinum heima hjá Urd og Bernhardi á Høvdagøtu á Argjum
19-11-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Magnus og Lisbeth í Doktara Dahlsgøtu í Havn
12-11-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni í íbúðini hjá Mariu á Kastelsvej á Eysturbrúgv í Keypmannahavn.
05-11-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni hjá Óla og Onnu heima í Gerðinum á Velbastað
29-10-2022