- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj
Ása er fødd í 1932 í Kvívík, har hon vaks upp tey fyrstu árini. Í sendingini greiðir Ása millum mangt annað frá, hvussu hon upplivdi at vera barn undir krígnum, og hvussu tungt tað var at flyta til Havnar við familjuni sum ellivu ára gomul.
Ása er útlærd lærari og adjunkt, og hevur undirvíst í 15 ár í bæði donskum og føroyskum barnaskúlum og seinni á Føroya Læraraskúla í meir enn 32 ár.
Í ár 2000 fór Ása frá sum lærari, og gav um sama mundi út bókina "Ensk mállæra" við tilhoyrandi arbeiðsbók, og í 2002 kom út bókin "Lær teg enskt". Bøkurnar skrivaði hon saman við Unu Poulsen úr Vestmanna.
Í ár hevur Ása givið út bókina "Søgur um ull", ið er ein søgu og lærubók í handfaring og tilvirkan av føroyskari ull.
Hoyr Ásu greiða frá øllum hesum og nógvum øðrum viðurskiftum, sum hava merkt hennara áhugaverdu lívsleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.