Brunsj

Brunsj við John William Joensen
27-03-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá John William og Joan Steinberg Joensen í Klaksvík.

John William er føddur í 1969 í Keypmannahavn og uppvaksin "Uppi á Hædd" í Klaksvík. Í Brunsj greiðir hann frá lívinum sum smádrongur í 70'unum og 80'unum bæði í grannalagnum og í skúlanum. Hann var málmaður hjá KÍ, og hvørt summar var hann á legu í Zarepta á Vatnsoyrum.

John William er útlærdur prentari og arbeiddi í nógv ár fyri blaðið Norðlýsi. Tey seinastu árini var hann stjóri á blaðnum.

Í 2011 fekk John William staðfest Parkinsson og tvey ár seinni mátti hann leggja stjórastarvið frá sær vegna sjúku.

Í dag er hann formaður hjá Parkinsson felagnum í Føroyum.

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis av Tvøroyri, har Niels er uppvaksin. Í dag býr hann saman við konu síni, Aud, á Sígnabø.
24-06-2023
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Jens Jákup og Ann á Tinghúsvegnum í Havn
17-06-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Magnusi og Annu í Vallaratúni í Havn.
10-06-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Mariann í Støðlatúni á Argjum
03-06-2023
Sent varð beinleiðis úr nýumvældu smáttuni, og fyrrverandi fjósinum, á Vágsheygnum í Klaksvík, har familjan hjá Ragnhild hevur búðleikast í fimm ættarlið.
28-05-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Kára og Vónbjørt á Nýggjavegi í Runavík
20-05-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Boga og Jóhonnu í Niels Finsensgøtu í Havn
29-04-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Lív og Hans á Ingibjargargøtu í Hoyvík
15-04-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Martini í Blómubrekku í Havn
01-04-2023
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Gudmundi og Sólvu á Signabø
18-03-2023
Sent varð beinleiðis av Maritugøtu í Hoyvík, har Siri hevur búð saman við Kali seinastu fýra árini.
04-03-2023
Sent varð beinleiðis úr spísistovuni heima hjá Magna og Elsi á Flatnavegi í Vestmanna
25-02-2023