Brunsj

Brunsj við Ingvør Nolsøe
19-06-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Ingvør í Stephanssons húsi á Kongabrúnni í Havn

Ingvør Nolse er fødd í 1951 í Klaksvík, har hon vaks upp og búði, til hon sum átjan ára gomul flutti til Keypmannahavnar at útbúgva seg til Art Director innan marknaðarføring og samskiftið.

Afturkomin til Føroya sum 25 ára gomul stovnaði hon Føroya fyrstu marknaðarføringsfyritøku "Teknistovan hjá Ingvør", sum seinni broytti navn til "Stephanssons hús". Fyritøkan var einaráðandi innan marknaðarføring í Føroyum í 10 ár.

Ingvør hevur loyst nógvar ymiskar áhugaverdar uppgávur, staðið fyri átøkum, gjørt bløð, búðmerkir, etikettir og nógv onnur kreativ verk, sum enn síggjast ymsa staðni í føroyska samfelagnum.

Frá ungum árum var Ingvør virkin innan friðarrørsluna, og hon hevur luttikið í stórari friðargongu í USA undir kalda krígnum. Gongan fór ígjøgnum 15 statir líka frá New York til Washington DC.

Ingvør hevur eisini stríðst fyri javnstøðu og verið virkin í føroysku kvinnurørsluni. Hon var við til at stovna Kvinnufylkingina í 1976.

Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Ingvør Nolsøe frá síni bakgrund og ymiskum áhugaverdum hendingum og upplivingum, ið hava myndað hennara slóðbrótandi lívsleið.

Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis av Tvøroyri, har Niels er uppvaksin. Í dag býr hann saman við konu síni, Aud, á Sígnabø.
24-06-2023
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Jens Jákup og Ann á Tinghúsvegnum í Havn
17-06-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Magnusi og Annu í Vallaratúni í Havn.
10-06-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Mariann í Støðlatúni á Argjum
03-06-2023
Sent varð beinleiðis úr nýumvældu smáttuni, og fyrrverandi fjósinum, á Vágsheygnum í Klaksvík, har familjan hjá Ragnhild hevur búðleikast í fimm ættarlið.
28-05-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Kára og Vónbjørt á Nýggjavegi í Runavík
20-05-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Boga og Jóhonnu í Niels Finsensgøtu í Havn
29-04-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Lív og Hans á Ingibjargargøtu í Hoyvík
15-04-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Martini í Blómubrekku í Havn
01-04-2023
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Gudmundi og Sólvu á Signabø
18-03-2023
Sent varð beinleiðis av Maritugøtu í Hoyvík, har Siri hevur búð saman við Kali seinastu fýra árini.
04-03-2023
Sent varð beinleiðis úr spísistovuni heima hjá Magna og Elsi á Flatnavegi í Vestmanna
25-02-2023