Brunsj

Hans Petur í Brekkunum er gestur í Brunsj
17-09-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni í barnaheiminum í Gundadali í Havn, har Hans Petur hevur havt bústað seinastu trý árini.

Hans Petur í Brekkunum hevur lisið tónleik á Det Jyske Musikkonservatorie og EMBA í leiðslu á Niels Brock í Keypmannahavn.

Í meir enn 12 ár var hann leiðari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, og síðan 2019 hevur hann verið stjóri í Føroya Symfoniorkestri umframt at starvast í Ravnur Tryggingarmekling.

Í sendingini greiðir Hans Petur millum annað eisini frá sínum barna og ungdómsárum, frá tíðini á besta liðnum hjá HB og frá síni tónleikaligu bakgrund. Hann hevur spælt saxofon og givið tónleik út sum solistur og við tónleikarum og bólkum sum Paria, Brekku Brothers, Take Off, Hjarnar, Frændir, Kim Hansen, Kristinu Bærendsen, Halli Joensen og mongum øðrum.

Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis av Tvøroyri, har Niels er uppvaksin. Í dag býr hann saman við konu síni, Aud, á Sígnabø.
24-06-2023
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Jens Jákup og Ann á Tinghúsvegnum í Havn
17-06-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Magnusi og Annu í Vallaratúni í Havn.
10-06-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Mariann í Støðlatúni á Argjum
03-06-2023
Sent varð beinleiðis úr nýumvældu smáttuni, og fyrrverandi fjósinum, á Vágsheygnum í Klaksvík, har familjan hjá Ragnhild hevur búðleikast í fimm ættarlið.
28-05-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Kára og Vónbjørt á Nýggjavegi í Runavík
20-05-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Boga og Jóhonnu í Niels Finsensgøtu í Havn
29-04-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Lív og Hans á Ingibjargargøtu í Hoyvík
15-04-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Martini í Blómubrekku í Havn
01-04-2023
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Gudmundi og Sólvu á Signabø
18-03-2023
Sent varð beinleiðis av Maritugøtu í Hoyvík, har Siri hevur búð saman við Kali seinastu fýra árini.
04-03-2023
Sent varð beinleiðis úr spísistovuni heima hjá Magna og Elsi á Flatnavegi í Vestmanna
25-02-2023