- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj
Oddbjørg Johansen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur síðan 2015 starvast sum leiðari hjá Bú og Viðgerarstovninum á Stoffalág 35 í Havn, ið er skipaður í samstarvi við psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum og Almannaverkið.
Endamálið við stovninum er at geva ungum við sálarligum avbjóðingum eitt sjálvbjargið og innihaldsríkt lív, sum ger, at tey kunnu taka virknan lut í samfelagnum. Í 2020 varð Oddbjørg kosin Ársins Sjúkrarøktarfrøðingur av felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Oddbjørg frá sínum uppvøkstri í Runavík umframt ymiskum upplivingum, ið hava myndað hennara áhugaverdu lívsleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.