Brunsj

Brunsj við Pól Sundskarð
01-10-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Pól og Bjørg í íbúðini oman Valrætt í Klaksvík.

Pól Sundskarð er føddur í 1957 í Klaksvík, har hann er uppvaksin og búsitandi. Pól er útbúgvin handils og skrivstovufólk, og rekur saman við konu síni egið ferðavinnu virkið. 

Hann er kendur fyri síni mongu brøgd innan renning og hevur vunnið fleiri heiðursmerkir í maraton og øðrum víðgongdum rennikappingum. 

Pól hevur gingið nógv í føroysku fjøllunum og verið á øllum 340 fjallatindunum fleiri ferðir, men á fjallatúri á heysti í fjør datt hann og bleiv sera illa skaddur.

Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Pól frá ymiskum upplivingum og hendingum á síni áhugaverdu lívsleið, ið hevur broytt kós meira enn einaferð.

Eyðfinn Jensen er vertur.

 

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hja Dianu og Jóan Petur á Frúutrøð í Havn
11-02-2023
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Jóhann og Sólju í Ólavsstovu í søguligu húsunum í Soylugørðum í Kaldbak, ið vórðu bygd síðst í 1700 árunum.
28-01-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Heidi á Tinghúsvegnum í Havn
14-01-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Áslu og Sámal Petur Danielsen í Bókbindaragøtu í Havn
07-01-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Nicolaj og Aðalbjørg á Pálsgøtu í Nólsoy
18-12-2022
Sent varð beinleiðis av Trøðni í Miðvági, har Jens Eli Ellefsen búleikast saman við konu sínu Emmy og teirra mongu húsdjórum.
10-12-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Benny á Jøkulstræti í Havn
03-12-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Jóhan á Mattalág í Havn
26-11-2022
Sent varð beinleiðis av loftinum heima hjá Urd og Bernhardi á Høvdagøtu á Argjum
19-11-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Magnus og Lisbeth í Doktara Dahlsgøtu í Havn
12-11-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni í íbúðini hjá Mariu á Kastelsvej á Eysturbrúgv í Keypmannahavn.
05-11-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni hjá Óla og Onnu heima í Gerðinum á Velbastað
29-10-2022