- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj
Martin Mouritsen er føddur í 1955 í Havn, har hann eisini er uppvaksin og búsitandi.
Hann er útbúgvin á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn og spælir klarinett við millum øðrum GHM og Føroya Symfoniorkestri.
Síðan 1986 hevur Martin undirvíst og arbeitt í musikkskúlaskipanini. Í sekstan ár var hann dirigentur hjá Føroya Symfoniorkestri, og í dag 1. apríl 2023 hevur Martin 25 ára starvsdag sum stjóri í Musikkskúlanum.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Martin frá síni familju og síni bakgrund. Eisini verður prátað um musikkskúlaskipanina og tíðina, tá hann lærdi til bilmekanikara hjá Vilhelm Nielsen, umframt aðrar upplivingar og onnur áhugamál, sum eru og hava verið partur av lívinum hjá Martini.
Eyðfinn Jensen er vertur.