- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj
Ragnhild Ellingsgaard hevur læraraprógv frá Føroya Læraraskúla og arbeiðir sum lærari á Skúlatrøð.
Hon er kend frá føroyska miðlaheiminum og hevur arbeitt fyri bæði Sosialin, Rás 2 og KVF.
Ragnhild er javnan frásøgufólk á tiltøkum og festivalum, og so seint sum á jólum var hon vertur fyri stórslignu konsertina Jól við Løkin, ið varð send í sjónvarpinum hjá KVF.
Harumframt er hon útbúgvin Joga leiðbeinari og undirvísur bæði kvinnum og monnum í at linka spenningar í kroppinum.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Ragnhild millum annað frá síni bakgrund og frá tíðini, tá hon var partur av kreativa umhvørvinum í Studio Pegasus.
Eisini verður prátað um lærarastarvið og aktuellar avbjóðingar hjá lærarum og næmingum í fólkaskúlanum.
Eyðfinn Jensen er vertur.