Brunsj

Brunsj við Jannie Hammershøj
27-05-2014
Jannie Hammershøj er uppvaksin í Sumba og virkandi forseti í IBSA - International Blind Sports Federation - altjóða ítróttarsambandið fyri blind

Sum smágenta fekk Jannie staðfest sjúkuna Retenitis Pigmentosa, ið førdi við sær, at hon so líðandi misti sjónina.

Í dag býr Jannie saman við manni og børnum í Hedehusene í Danmark, og hóast hon er blind, hevur hon eitt ríkt og spennandi lív.

Í Brunsj prátar Eyðfinn Jensen við Jannie um millum annað vegin til forsetasætið í IBSA og dagligu avbjóðingarnar hjá blindum í dagsins samfelag.

Hoyr sendingina her.

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis av Tvøroyri, har Niels er uppvaksin. Í dag býr hann saman við konu síni, Aud, á Sígnabø.
24-06-2023
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Jens Jákup og Ann á Tinghúsvegnum í Havn
17-06-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Magnusi og Annu í Vallaratúni í Havn.
10-06-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Mariann í Støðlatúni á Argjum
03-06-2023
Sent varð beinleiðis úr nýumvældu smáttuni, og fyrrverandi fjósinum, á Vágsheygnum í Klaksvík, har familjan hjá Ragnhild hevur búðleikast í fimm ættarlið.
28-05-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Kára og Vónbjørt á Nýggjavegi í Runavík
20-05-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Boga og Jóhonnu í Niels Finsensgøtu í Havn
29-04-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Lív og Hans á Ingibjargargøtu í Hoyvík
15-04-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Martini í Blómubrekku í Havn
01-04-2023
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Gudmundi og Sólvu á Signabø
18-03-2023
Sent varð beinleiðis av Maritugøtu í Hoyvík, har Siri hevur búð saman við Kali seinastu fýra árini.
04-03-2023
Sent varð beinleiðis úr spísistovuni heima hjá Magna og Elsi á Flatnavegi í Vestmanna
25-02-2023