- Tíðindi, mentan og ítróttur
Barnaútvarpið

Henda sending er ikki tøk á heimsíðuni..
Vanliga eru tvær orsøkir til at ein sending ikki er tøk:
- Sendingin er ikki frígivin enn.
Hetta merkir vanliga at sendingin er ávegis..
Royn aftur um eina løtu. Vanligt er, at sendingar ikki eru tøkar á netinum fyrr enn sendingin verður send í sjónvarpinum. - Sendingin er tikin av heimasíðuni
Sendingar eru vanliga bert tøkar í eitt ávíst tíðarbil.
Tað er ymiskt hvussu longi sendingar eru tøkar - sendingar, ið KvF ikki sjálvt hevur framleitt eru bert tøkar í styttri tíðarbil.
21-09-2015 |
19-06-2015 |
18-06-2015 |
16-06-2015 |
22-05-2015 |
22-05-2015 |
20-05-2015 |
18-05-2015 |
25-03-2015 |
11-03-2015 |
09-03-2015 |
25-02-2015 |

Kringvarpið sendir hvønn morgun søgur, reportasjur, ljóðmyndir og mangt annað til yngstu lurtararnar. Á odda fyri hesum standa Elin á Rógvi og Jonna Fritsdóttir Mortensen.
Barnaútvarpið hevur av og á temavikur, har farið verður í dýpdina við ymiskum evnum, til dømis happing og forelskilsi. Harafturat hevur sendingin eisini fastar tættir til dømis Lova mær við, har vertirnir biðja børnini lova sær við at uppliva eitthvørt.
Millum annað hava vertirnir verið við børnum, sum hava fingið hol í oyruni, staðið á vatnskí, spælt Barbie og so framvegis.
Søgan
Útvarpið hevur altíð havt barnasendingar. Longu í tíðini hjá føroyska útvarpinum úr Keypmannahavn í fimmtiárunum varð dentur lagdur á eisini at røkka børnini á føroyskum máli, og hendan kós varð hildin, tá Útvarp Føroya fór undir sínar sendingar í 1957.
Vanliga vóru barnasendingarnar eina ferð um vikuna. Innihaldið í teimum vóru søgur, samrøður, brøv, sangur og leikur. Aðrar sendingar í útvarpinum hava verið komandi og farandi. Í barnasendingunum hevur ongantíð verið steðgur.
Við árunum hava barnasendingarnar verið mentar í innihaldi og vavi. Nú í nógv ár hevur útvarpið havt barnasendingar hvønn dag í árinum, og hetta verður eins og áður hildið at hava stóran týdning fyri eitt nú samleikakensluna hjá børnunum í Føroyum.