Credo

Credo: Vit mugu ongantíð gloyma!
31-01-2021
Altjóða Holocaust dagur

Altjóða Holocaust dagur er 27. januar. Dagurin, tá vit minnast ræðuleikarnar undir seinna heimsbardaga. Minnast vit ikki og siga frá, so er tað sum vit endurtaka sorgarleikin. Fólkadráp hendir og henda enn.

Í 1994 og '95 var Katrin Kallsberg í Bosnia send av "læknum uttan landamørk". Har var borgarakríggj og neyðin var stór. Í juli 1995 vóru yvir 8.000 dreingir og menn skotnir og kastaðir í hópgravir. Hetta hendi hóast altjóða samfelagið visti, hvussu vandamikil støðan var.

Katrin Kallsberg heldur, at man eigur at varpa ljós á slíkt og siga søguna til komandi ættarlið, tí tað er mannsømiligt og vit eiga at gera tað.

Hon hevur verið við sínum børnum og víst teimum húsini hjá Annu Frank og hevur eisini verið í Auschwitz við teimum.

Hóast vit her liva trygt og gott, so eru vit øll menniskju og varða av hvørjum øðrum og øll kunnu geva sítt klípi fyri at forða tí ónda og fremja tað góða.

Credo

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju. Vertur: Armgarð Arge
"Vit síggjast aftur á tí paradisisku jørðini".
01-10-2023
Fer vitlíki at skúgva meenniskjað til viks?
24-09-2023
"Vit eru kedd um tað, sum vit hava mist, men glað um tað, sum vit hava".
17-09-2023
"Hon gjørdi tað, sum hon kundi".
28-05-2023
Duld eru døpur mein
19-03-2023
"Eg veit, at loysnari mín livir"
21-05-2023
"Alt tað, tú ikki vilt, at onnur skulu vita um tína leiðslu"
14-05-2023
Tá alt er farið, er bara bønin eftir.
30-04-2023
Hvat er og ger ein fongsulsprestur ?
16-04-2023
"Boðar tú til allar tjóðir"
06-04-2023
Svárt at missa mammu sína.
26-03-2023
"Boðar tú til allar tjóðir".
07-04-2023