Credo

Credo: Kirkjan hon er eitt gamalt hús.
19-09-2021
Er vesturheimurin við at verða avkristnaður ?

Gestur í Credo er Tummas Kannuberg, sum er guðfrøðingur og námslektari á Fróðskaparsetrinum.


Vit syngja, at "kirkjan hon er eitt gamalt hús, stendur um tornini falla", men ger hon tað ?
Sagt verður, at vesturheimurin er við at verða avkristnaður. Kristnu virðini hvørva og vit tøma okkara siðir fyri Guð.

Hugtakið "nones" dagar undan, fólk sum siga seg ikki hava nakra trúgv, men fegin vilja savnast og hoyra góð orð og sang, men Guð verður ikki nevndur.

Kristnin og hennara hugtøk hava bundið fólk og samfeløg saman, men hetta broytist og menniskjan er alt meiri individualiserað og setur sína egnu trúgv saman, sum tað passar júst til tann einstaka.
Samstundis við øllum hesum kennir menniskjan í dag seg alt meiri einsamalla.

Credo

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju. Vertur: Armgarð Arge
Okkum leingist aftur til hetta fjarskotna landið.
10-03-2024
Lívið hevur givið Ann Randi nógvar avbjóðingar.
25-02-2024
"Eg fari, har eg verið send".
18-02-2024
"Øll bygdin var í sorg".
11-02-2024
Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, er gestur í hesi serstaku jólaútgávuni av Credo, ið er snýr seg um sálmaskaldið B. S. Ingemann
26-12-2023
Tá børn skeiklast, tí foreldrini ikki megna at geva barninum tryggan barndóm.
03-12-2023
Menn eru meira einsamallir enn kvinnur og tosa eisini minni um trupulleikar, og tað gongur út yvir teirra heilsu og trivnað
26-11-2023
Hvussu lesa og skilja vit ein tekst ?
19-11-2023
"Tað snýr seg um at vera tilvitaður"
12-11-2023
Diakoni er essensurin av livaða kristindóminum millum menniskju.
15-10-2023
Ongin tosaði um sorgarleikin.
08-10-2023