Føroyski dansurin hevur stóran týdning fyri Sámal Petur, sum býr í Funningi, og dansar í Eysturoyar Dansifelag.
Sámal Petur ynskti at hoyra børn í Funningi kvøða brot úr Spanialand og Myklegaard og Tróndarkvæði. Karin Højsted Brattaberg skipar Spanialand og Sámal og Rannvá Hansen skipa Tróndarkvæði. Harafturat hoyra vit: Brúsajøkil, Dansifelagið í Havn, Niels á Velbastað skipar. Havbor konge og Sivard konge, Dansifelagið í Havn, Martin Tórgarð skipar. Grettiskvæði, Norðstreymoyar Dansifelag, Dávur Emil Samuelsen skipar. Virljorn Kornus, Norðstreymoyar Dansifelag, Maria Kristiansdóttir skipar. Gongurólvskvæði, Dansifelagið í Havn, Jens Jacobsen skipar. Gøtuskeggjar, Eysturoyar Dansifelag, Andrass Hansen skipar. Og at enda hoyra vit Kong Hans, Eysturoyar Dansifelag, Jóan Karl Danielsen.