Dansival

Dansival - Annetta Henriksen er gestur
26-11-2021
Annetta fekk dansin og kvæðini inn við móðurmjólkini. Bæði foreldrini - Tórgerð og Josvá Rasmussen - skipaðu í dansi og ofta varð kvøðið við hús

Annetta valdi at hoyra: Grettiskvæði, Norðstreymoyar Dansifelag, Dávur Emil Samuelsen skipar, liggingarferðina, Vága Dansifelag, Hans Kristoffur Joensen skipar, Hjalmar og Huldu, Eysturoyar Dansifelag, Ruth Jacobsen skipar, Engang det sig nu hændte, Eysturoar Dansifelag, Ludvík við Stein skipar, Har bylgjan leikar, Eysturoyar Dansifelag, Høgni Debes skipar.

Dansival

Kvæðasending í útvarpinum.
Levi Heinesen hevur stovnað eitt dansifelag fyri ung á Viðareiði.
29-02-2024
Vertur er Jóhann Mortensen
12-02-2024
Gunnar er formaður í Sláið Ring og greiðir frá fyrstu tíðini, hann dansaði sum barn, og dansivetrinum, sum er um at vera av. Hann sigur okkum eisini frá tiltøkum eftir føstuna
07-02-2024
Vertur er Elin Maria Olsen
31-01-2024
Leygarkvøldið 27. januar skriva vit søgu í Føroyskum dansi, tí tá verða nevniliga allir tríggir tættirnir í Sjúrðarkvæði havdir á gólvi í Sjónleikarhúsinum.
24-01-2024
Karin er uppvaksin á Eiði í einum heimi, har tað altíð hevur verið kvøðið. Tá Dansifelagið á Látrinum varð stovnað, fór hon at dansa við teimum.
10-01-2024
Ólavur fekk áhugan fyri kvæðum í fólkaskúlanum, og tá hann hoyrdi tey í nýggjum hami, m.a. við Harkaliðnum og Týr.
03-01-2024
Joen Petur hevur altíð havt áhuga fyri føroyskum dansi, og er av álvara byrjaður at kvøða við Fótatraðk í Danmark, har hann eisini hevur verið formaður.
28-12-2023
Vertur er Elin Maria Olsen
15-12-2023
Marjun byrjaði at dansa føroyskan dans í Fótatraðk í Keypmannahavn, og var við til at stovna Tøkum Lætt, sum í dag er størsta dansifelagið í Føroyum.
13-12-2023
Fríðbjørg byrjaði at kvøða við dansifelagnum Grani á læraraskúlanum, og hevur fingið heiðursløn fyri sítt arbeiði í barnadansinum.
11-12-2023
Johann Mortensen leggur til rættis
26-12-2023