Leon er úr eini kvæða- og dansiætt og hevur altíð havt áhuga fyri føroyska dansinum. Serliga dámar hon væl donsku vísurnar. Leon hevur eisini sínar fyrimyndir.
Skráin hjá Leon er henda: Deyðadansur Sigmundar, Klaksvíkar Dansifelag, Jónleif Johannesen, sum hevur yrkt kvæðið, skipar. Vi hugge med kårde, nólsoyingar kvøða, ikki er skrásett, hvør skipar. Sigmunds vísa, dansur umborð á Norrønu, Jóannes Johannesen og Regin Eikholm skipa. Hjalmar og Hulda, Eysturoyar Dansifelag, Ruth Jacobsen skipar.