Í seinnu helvt av 90-unum fylgdu nakrir føroyskir fjølmiðlamenn Ingálvi av Reyni í útvið trý ár. Burturúr kom heimildarfilmurin"Svartur sannleiki" (1999), sum er ein persónslýsing av Ingálvi, við listamanninum sjálvum sum frásøgufólki.
20 ár seinni hava framleiðararnir verið í pappeskjunum og leitað gamlar upptøkur fram, sum máttu sáldast frá í klippingini til filmin.Virðismiklar upptøkur um ein av Føroya fremstu listarmonnum, sum ikki hava verið vístar alment fyrr.
Hesaferð møta vit Ingálvi av Reyni, soleiðis sum filmsliðið aftanfyri Svarta sannleikan upplivdi hann. Á ferðini síggja vit samrøður, sum ikki hava verið vístar fyrr. Vit síggja aðrar síður av listamanninum og fáa innlit í íblástrarkeldurnar, sum ávirkaðu hann.
Dokumentarurin er gjørdur í sambandi við, at tað herfyri vóru 100 ár síðani Ingálvur av Reyni varð borin í heim.
Lagt til rættis og framleitt: Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen.
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.
Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.
Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.