Jens-Kjeld livir hvønn dag, sum um hann er tann seinasti. Sjónin er nógv viknað, og tað hevur skund at fáa allar kanningar av djóra- og plantulívinum lidnar og niðurskrivaðar. Dagmar Joensen-Næs og Jens Jákup Hansen hava gjørt sendingina.
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.
Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.
Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.