Fyri 6 árum síðani brunnu húsini hjá Gimma Hansen í Rituvík niður í grund.
Við eitt fór lívsverkið, hann sjálvur hevði smíðað sær, upp í royk.
Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.
93 ára gamli maðurin av Slættanesi er nú fluttur inn í kjallaran hjá soninum í Signabø, har hann tekur bussin hvønn fyrrapart til Havnar.
Í býarlívinum hevur Gimmi Hansen fingið nýtt lív og nýggjar vinir.
Vit fylgdu honum ein summardag í juni í fjør. Finnur Koba hevur klipt og lagt til rættis. Jónfinn Stenberg hevur filmað og klipt.