Á koronudeildini liggja sjúklingar, sum eru hart raktir av koronu. Tey flestu liggja við andingartóli, sum hjálpir lungunum at fáa ilt út í kroppin. Sjúklingarnir liggja avbyrgdir inni á stovunum. Bert tá støðan er heilt álvarslig, kunnu avvarðandi koma at vitja. Dagmar Joensen-Næs og Jens Jákup Hansen gjørdu sendingina.