Sjónvarpsrøðin Trom er fyrsta stóra sjónvarpsrøðin, ið er filmað í Føroyum. Vit fara aftur um leiktjøldini og síggja, hvussu upptøkurnar vóru gjørdar og tosa við rithøvund, leikstjórar, leikarar og onnur um røðina TROM. Kári Sólstein og Hans Petur Hansen hava lagt sendingina til rættis.
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.
Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.
Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.