Privata hotelvinnan er ørkymlað, tí tey eru í beinleiðis kapping við almenna flogfelagið um at fáa fatur í útlendsku ferðafólkunum, sum nú aftur seta kós ímóti Føroyum. Hotellið á Staravegnum, Hilton Garden Inn, hevur elvt til undran, tí hvat eigur Atlantsflog at blanda seg uppí, og hvat skal tað halda seg burtur frá? Lagt til rættis: Elin Mirjamsdóttir.
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.
Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.
Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.