Í sambandi við Altjóða alzheimer dagin hava vit valt at endursenda dokumentarsendingina "Vit eru enn til", um Kristu og Katrin, ið vóru fyrst í 50´unum, tá tær fingu staðfest Alzheimer. Sjúkan kámar minnið og etur burtur allar førleikar. Tað leggur stóra byrðu á makan, sum noyðist at taka sær av øllum heima og ansa eftir konuni, ið gerst meira og meira óhjálpin. Nú eru tær báðar í sendingini, Katrin og Krista, deyðar. Dagmar Joensen-Næs hevur lagt til rættis, og Rógvi Rasmussen hevur tikið upp og sett saman.
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.
Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.
Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.