»Glataðu børnini« varpar ljós á okkara vantandi evni sum samfelag at lofta børnum og ungum, ið verða rakt av sálarligum trupulleikum ella sjúkum
Børnini eru okkara kærasta ogn, og samfelagsins dýrabarasta tilfeingi. Ímyndin av, at øll børn eru ekkaleys og grundleggjandi glað fyri lívið, livir væl okkara millum. So einfaldur er veruleikin ikki.
Hóast tað innan psykiatriina, eins og innan onnur heilsuøki, ræður um at fanga trupulleikar og sjúkur so tíðliga sum gjørligt, sleppa tey børn og ung, ið gerast illa fyri sálarliga, at bíða eftir hjálpini á einum tvey ára longum bíðilista.
Sjálvt tá, hava tey einki garanti fyri, at almennu myndugleikarnir hava nøkur viðgerðartilboð til teirra. Í skrivandi stund standa 116 børn og ung á bíðilista at sleppa framat til kanningar á barna- og ungdómsdeildini á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.
Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.
Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.