Sjónvarpsdokumentarur, ið varpar ljós á gransking í Føroyum, í kjalarvørrinum á Vísindavøkuni 2013
<p>Á Vísindavøkuni 2013 vístu stovnar og granskarar á, hvussu man granskar, og hvat tey granska í. Vit vóru við á Vísindavøkuni og vitjaðu basarnar, og eisini hava vit vitjað tríggjar granskarar og hugt at, hvussu og hvat tey granska.</p>
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.
Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.
Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.