Hvørt ár missa ung í Føroyum antin foreldur ella systkin við deyða. Her er søgan um nøkur teirra, ið hava mist ein av sínum nærmastu
Hvørt ár missa ung antin foreldur ella systkin við deyða. Mangan var sjúkralegan drúgv, og tey ungu, sum sita eftir, dragast við strongd og stóra sorg. Sorgarbólkurin Berin gevur børnum og ungum, sum hava mist, høvi at hitta javnlík og tosa um sorgina.
Í hesi sendingini hitta vit Rannvu, Mariu og Beinir, sum hava mist ein av sínum nærmastu. Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.
Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.
Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.