Søgan um Jóannes Patursson, ið setti ferð á føroyska tjóðarbygging og myndaði mentanina í ein mansaldur og føroyskan politikk í nærum hálva øld
Patursson. Hann hevði dirvi og áræði sum fáur. Hann setti sær á ungum árum høg mál, breyt upp úr nýggjum, men kendi í virki sínum alla tíðina harða mótstøðu.
Kortini var hann altíð til reiðar til næsta leikin og risti navn sítt í føroyska søgu. Hvør var hesin maðurin, sum helt hugsjónunum í hevd - hóast brekkurnar vóru brattari enn tær flestu?
Hetta er søgan um Jóannes Patursson, sum setti ferð á føroyska tjóðarbygging og myndaði mentanina í ein mansaldur og føroyskan politikk í nærum hálva øld.
Fríggjadagin 6. mai eru liðin 150 ár, síðani Jóannes Patursson varð borin í heim.
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.
Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.
Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.