Nýggj dokumentarsending um Rúna Brattaberg, sum mikukvøldið fekk Mentanarvirðisløn Landsins
Rúni Brattaberg hevur fingið Mentanarvirðisløn Landsins. Í tí sambandi vitjaði eitt sjónvarpslið Rúna tvey kvøld í operahúsinum í týska býnum Leipzig, har hann starvast sum solosangari.
Vit hittu hann undir venjingunum og undan framførsluni av eini operu eftir Mozart. Rúni er komin langt sum sangari, síðani hann byrjaði í einum operakóri í níti-árunum.
Orsøkin til framgongdina er at finna í hørðum og miðvísum arbeiði. Sendingin gevur innlit í ein beinharðan gerandisdag á pallinum, sum er merktur av nógvari venjing og høgum krøvum.
Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen. Fotografur: Ragnar A. Jacobsen. Klipt: Ragnar A. Jacobsen og Rógvi Rasmussen.
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.
Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.
Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.