Kjølbro bygdi upp ta størstu og mest fjølbroyttu vinnufyritøkuna í Føroya søgu.
Tá hon var størst - í 1950 árunum, hevði hann útvið 1200 fólk í arbeiði. Hann megnaði sum tann einasti at styrkja um sítt handilsvirksemi undir kreppunum í tríati- og fimtiárunum, tá so nógvar aðrar handilsfyritøkur máttu repa seglini ella snara lykilin um.
Klaksvíkingurin var í áratíggju slóðbrótandi innan trolaravinnuna og handilsvinnuna, og hann var við til at menna Klaksvík til fremsta fiskivinnupláss í landinum. Stóra valdið elvdi tó eisini til misnøgd við Kjølbro familjuna, sum av álvara kom undan kavi undir Klaksvíksstríðnum.
Um hetta mundið rindaði Kjølbro meira enn 10 miljónir krónur í lønum og hýrum. Almenna fíggjarlógin var 15 miljónir, umframt 10 miljónir í ríkisveiting. Fá ár seinni ridlaði alt, men fyritøkan var í roynd og veru ov stór at fara á húsagang. Danska stjórnin kom tí upp í leikin.
Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen. Upptøkur og klipt: Bjarni Árting Rubeksen.
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.
Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.
Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.