Krígsbørnini - fyrra sending. Hundraðtals føroyskar kvinnur gingu saman við bretskum hermonnum undir seinna heimsbardaga. Nógvar giftust í Onglandi, men hjá øðrum gekst verri. Tær bíðaðu, men hermaðurin kom ikki aftur.
Ofta vistu tær ikki at siga frá hesum monnunum. Kanska var hann fallin á hermótinum, ella eisini vildi hann ikki koma aftur til kvinnuna, sum hann hevði gingið saman við í Føroyum. Eftir stóðu tær mongu einligu mammurnar og ikki minst børnini við spurningunum.
Fleiri av krígsbørnunum vóru illa happaði, bæði av børnum og vaksnum. Mong bíðaðu í fleiri áratíggju við at leita eftir sannleikanum um pápan, sum ikki kom aftur til Føroyar eftir kríggið.
Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen. Filmað og klipt: Jógvan Eli Dam.