Fyri fjøruti árum síðani gjørdist hann víðagitin sum sangari í bólkinum Boomtown Rats. Serliga var tað sangurin "I don´t like mondays", sum vakti ans víðahvar. Seinni skrivaði hann sangin "Do they know it´s Christmas", sum gjørdist ein av mest seldu sangum í bretskari tónleikavinnu. Tá mannaði hann eitt valalið av sangarum og tónleikarum at syngja til frama fyri hitt hungursrakta Etiopia. Band Aid nevndist tiltakið. Árið eftir - í 1985 - varð hjálparverkætlanin víðkað til heimsvíðfevndu Live-Aid- stuðulskonsertirnar í Onglandi og USA, sum varpaðar vórðu um allan heim, og sum nærum helvtin av heimsins íbúgvum sóu og hoyrdu. Talan var um eitt av størstu hjálpartiltøkum av sínum slagi nakrantíð. Ørandi stórar peningaupphæddir vórðu savnaðar inn um allan heim, og tær fóru til vælgerandi endamál í teimum fátæku londunum í Afrika. Bob Geldof hevur nú í mong ár verið virkin í øðrum menningar- og hjálpartiltøkum í Afrika. Hann ferðast eisini dúgliga kring allan heimin sum fyrilestrarhaldari. Hann hevur nógv hjartamál; umhvørvi er eitt, moralur og etikkur á heimspolitiska pallinum er eitt annað. Hann kann vera hvassorðaður og braneggjaður, og smæðist ikki at skjóta við skørpum. Á ársins Vinnudegi í Føroyum herfyri var hann høvuðsgestarøðari. Kringvarpið nýtti høvið at gera eina longri samrøðu við Bob Geldof á Vinnudegnum.
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.
Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.
Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.