Dagur & Vika

DV kjak: Rúkandi ósamdir um tunnilsmálið
03-09-2013
Løgmaður, Kaj Leo Johannesen, og formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, kjakast í sjónvarpskjakinum

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og formaður í Tjóðveldi vóru rúkandi ósamdir, tá Liljan Weihe beyð teimum til kjak í sjónvarpssstovuni seinnapartin.

Løgmaður tók uppaftur, at hann hevur ikki tikið støðu til, um Kári P. Højgaard verður sitandi í landsstýrissessinum eftir handfaringina av málinum um Eysturoyartunnilin.

- Var tað bara stemningurin í fólkinum og hjá Høgna Hoydal, sum ráddi, var maðurin langt síðani krossfestur, segði løgmaður.

Hann tekur ikki støðu, fyrr enn hann hevur fingið frágreiðing frá innlendismálaráðnum.

Høgni Hoydal segði, at hetta málið snýr seg um lóg og landaskil og um fólkaræði.

- Eru vit vald at ganga ørindi fyri privatar spekulantar, ella eru vit sett at tæna fólkinum og at hava lóg og landaskil, segði formaðurin í Tjóðveldi.

Dagur og vika

Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.

05-03-2024
01-03-2024
29-02-2024
27-02-2024
23-02-2024
22-02-2024
20-02-2024
16-02-2024
15-02-2024