Dagur & Vika

Hava 25-30 líkskoðanir um árið
06-09-2013

Løgreglan í Føroyum kannar í løtuni allar møguleikar í málinum um knívstungurnar í Norðdepli í summar. Men løgreglan hevur onga almenna viðmerking til málið yvirhøvur. Einastu boðini, sum koma av politiistøðini er, at teir vilja binda um heilan fingur.

 

Tá ið onkur doyr knappliga, óvæntað ella uttan frágreiðing, er vanligt, at tað verður hildið líkskoðan - og tað er ikki heilt óvanligt í Føroyum. Seinastu trý árini hava millum 25 og 33 líkskoðanir um árið.

 

Í færri enn helvtini av málunum sendir løgreglan boð eftir rættarlækna úr Danmark at gera eina obduksjón, um at illgruni er um, at eitt brotsverk er framt.

 

Sí innsløg í Degi&Viku og samrøðu við Ingolf S. Olsen, virkandi formann í felagnum Føroysk Miðlafólk, sum heldur, at løgreglan er ov afturlatin

Dagur og vika

Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.

02-04-2024
26-03-2024
22-03-2024
21-03-2024
19-03-2024
15-03-2024
14-03-2024
12-03-2024
08-03-2024