Dagur & Vika

107 eftirkomarar: Føroya elsti 105 ár í dag
28-10-2013
- Eg hevði ikki væntað at gerast so gamal, tí tað liggur ikki til slagið, sigur Theodor Thomassen í Sørvági, sum í dag fylti 105 ár

Pápin doyði bert 48 ára gamal og ein pápabeiggi gjørdist bert 31 ára gamal. Tí hevði Theodor Thomassen í Sørvági ikki væntað, at hann gjørdist so gamal.

Theodor Thomassen er elsti maður nakrantíð í Føroyum, einasti maður eldri enn 100 ár í Føroyum í løtuni, og í danska kongaríkinum telist hann nú millum seks teir elstu menninar.

Kom við í føðingardag hjá Theodor Thomassen í Sørvági, sum í dag hevur hátíðarhildið sín føðingardag nummar 105.

Dagur og vika

Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.

05-03-2024
01-03-2024
29-02-2024
27-02-2024
23-02-2024
22-02-2024
20-02-2024
16-02-2024
15-02-2024